top of page

Leikárið

2024-25

Sonurin

Ein av okkara størstu samtíðarhøvundum í norðurlondum verður nú fyri fyrstu ferð settur á pall í Føroyum. Sonurin, eftir norska høvundin Jon Fosse, er ein dramatisk søga um ósannar sannleikar og alt tað, vit aldri siga hvør øðrum.

Leikárið

2023-24

Café Gløgg 2023

Kom til eitt stuttligt kvøld við dansi, sangi, látri og skrøgg fyri allar pengarnar.

Leikárið

2023-24

Og mamma!

Brádliga ein dagin stendur eitt høsnarhús á grasplenuni hjá Torkil og Almu... Ella er tað eitt høsnarhús? Ella er tað eitt hanahús? Hvør er munurin egentliga? Og hví stendur tað her, og hvør er hasin hanin í reyðum smekkubuksum?

Leikárið

2023-24

Onki

Onki er ein søga um meiningina við lívinum ella kanska heldur um vantandi meiningina við lívinum.

Leikárið

2023-2024

Føðingardagsveitslan

Trøllvaksni maðurin Stanley hevur føðingardag, ella rættari, Meg sigur, at hann hevur føðingardag.

Leikárið

2022-23

Moldvørpan

Tá ið Per ein dagin missir sín samleika, byrjar tann stóra leitingin. Til hann endar úti í Tinganesi og inni á løgmansskrivstovuni. Og har byrjar komedian. Hvat hendir við Stórtunlinum? Hvør skal hava ársins Moldvørpu? Hvat er verri, ein senil mamma ella korrupt embætisfólk? Og hvar setur mann eina arkitektoniska perlu?

Leikárið

2021-22

Gandafloytan

Gandafloytan hjá Mozart sum føroysk barnaopera

Leikárið

2021-22

Portrettið

Hvat hevði hent, um Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen hittust undir læknastríðnum?

Leikárið

2021-22

Hvør á kroppin á øðrum

HVØR Á KROPPIN Á ØÐRUM er eitt tiltak, ið heiðrar dansin sum listagrein. Tað er ein samansett sýning, við longri og styttri verkum, ið verða at síggja á Tjóðpalli Føroya 22. og 23. juli 2022. 

Leikárið

2021-22

Gentukamarið

Seint á kvøldi rýmir hon frá síni egnu tilveru heim aftur í gentukamarið við blómuta tapetinum. Men er gentukamarið eitt goymistað? Eitt bíðirúm ella verndarrúm? Ein fongsulsklivi ella skotgrøv?

Leikárið

2021-22

KRÍM ABC

Eitt smittandi ævintýr um bardagan millum virus og verjuskipan

Leikárið

2020-21

Um at vera menniskja

Ein svørt komedia bygd á filmstríverkið hjá Roy Andersson

Leikárið

2020-21

Soirée Fantastique

Einføld og stílfull framførsla við útvaldum brellbitum úr operaheiminum, har ariur og duettir, klavertónleikur og tekstur verða flættað saman.

Leikárið

2019-20 & 2020-21

Koronologar 2020

19 stuttfilmar, sum eru sprotnir úr koronutíðini á eini tvørlistaligari verksmiðju hjá Tjóðpallinum við 10 rithøvundum, 10 palllistafólkum og 4 fotografum

Leikárið

2019-20

Café Gløgg 2019

Kom og set hol á eitt stuttligt kvøld við dansi, sangi, látri og skrøgg fyri allar pengarnar.

Leikárið

2019-20

Vitello

Nú hava tit møguleikan at koma á Tjóðpallin og tit fara heldur ikki at keða tykkum saman við Vitello og øllum hinum. Hetta er ein leikur við tónleiki og sangi, ið er bygdur yvir átta av teimum 14 bókunum um Vitello.

Leikárið

2019-20

Kynstrið at vera eydnusamur

50 lívsreglur til eina toluliga tilveru

Leikárið

2019-20

Lítli Klávus og stóri Klávus

Væl umtókti og sera skemtiligi familjuleikurin Lítli og stóri Klávus

Leikárið

2018-19

Leitanin eftir at vera

Ein dramatisk, skemtilig, álvarsom, sjálvironisk og lívsjáttandi frásøgn um longu ferðina aftur til gerandislívið eftir eina depressión. Søgd við teksti og myndum hjá Katarinu Nolsøe, tónleiki og inniligum samanspæli millum Búa Dam og Gunnvá Zachariasen 

Leikárið

2018-19

Sjúkt sunn

Ein leikur til øll ið hava heilsu. Er tað møguligt at verða so sunn, at tað í veruleikanum er sjúkt?

Leikárið

2018-19

It might be a Dream

Hon situr í løtuni og skrivar innbjóðingar. Hon skrivar innbjóðingar til allar sínar fyrimyndir...

Leikárið

2018-19

Eitt jólaævintýr

Heimskenda søgan hjá Charles Dickens á Tjóðpallinum. ‘Eitt Jólaævintýr’ er bæði filmað og pallsett fleiri ferðir, og flestu munnu kennast við søguna um hin harðrenda og gíriga Scrooge, sum eina jólanátt fær eina sjáldsama vitjan og verður sendur á eina ferð í fortíðina, nútíðina og framtíðina. 

Leikárið

2017-18

Café Gløgg 2017

Kom og set hol á eitt stuttligt kvøld við dansi, sangi, látri og skrøgg fyri allar pengarnar.

Leikárið

2017-18

Soli deo gloria

12 søgur um at finna, merkja, fáa, geva, líta á, missa, varðveita, tora, trúgva upp á og ynskja kærleika.

Leikárið

2017-18

Dagbókin hjá Leporello

Dagbókin hjá Leporello er ein opera buffa; ein komisk opera, sum kortini hevur ein ávísan álvara. Ein opera um stórar kenslur, ja. Men eisini ein opera um opera.

Leikárið

2017-18

Grønlendski maðurin // Angutivik

Grønlendski maðurin byggir á veruligar søgur hjá grønlendskum monnum, og er ein leikur til og um grønlendska mannin anno 2018

Leikárið

2017-18

Sansalabyrintin - býurin og alt annað

Ein tølandi ferð... Ein sansandi dreymur inn í býarinnar hjarta

Leikárið

2017-18

Mín fantastiska skilsmissa

Ein romantisk komedia við Kristinu Sundar Hansen í heimskenda og virðislønta einrøðuleikinum eftir Geraldine Aron

Leikárið

2017-18

Ómegd

Ómegd er nýskrivaður leikur eftir Kristinu Sundar Hansen. Leikurin snýr seg um trý fólk, tvær kvinnur og ein mann, ið hvør í sær siga sína søgu um teirra lív í parløgum, har samljóð ikki er ímillum partarnar um at geva seg yvir til, ella hava virðing fyri hvørjum øðrum. Frásagnirnar í leikinum byggja allar á veruligar hendingar, og siga tær frá, hvat hendir, tá ið eitt parlag fer av kós, og harðskapurin tekur yvirhond.

Leikárið

2016-17

Havfrúgvin

Eitt maritimt trýkantsdrama eftir Jóanes Nielsen

Leikárið

2016-17

Elektra

Atreus’ synir, Agamemnon og Menelaos, vóru herovastar í grikska herinum, sum fór móti Troia at vinna aftur Helenu, konu Menelaosar. Teir vildu hevna og leggja í oyði býin, ið hevði rænt hana.

Leikárið

2016-17

Café Gløgg 2016

Kom og set hol á eitt stuttligt kvøld við dansi, sangi, látri og skrøgg fyri allar pengarnar.

Leikárið

2015-16

Heksirnar

Kendi familjuleikurin eftir kenda rithøvundan Roald Dahl

Leikárið

2015-16

Café Gløgg 2015

Kom og set hol á eitt stuttligt kvøld við dansi, sangi, látri og skrøgg fyri allar pengarnar.

Leikárið

2015-16

Jørðin er eitrað

Kærleiki, longsul, vón, bumbur og kleynur á palli

Leikárið

2015-16

Trøllajól

Á jólum mugu øll royna at skikka sær væl – men tað er ikki altíð so lætt. Hjá teimum báðum gentunum Sáru og Onnu gongur heilt galið, og tær enda inni í trøllafjallinum...

Leikárið

2014-15

Kravravnar

Ein skemtisorgarleikur um hevnd, sálarliga manipulatión og maktspælið millum kynini

Leikárið

2014-15

Orsaka

Ein komisk tragedia ella ein tragisk komedia

Leikárið

2013-2014

Sunneva #57725

At veruleikin ofta er undrunarsamur, spennandi, lívsjáttandi og ikki minst ræðandi og skelkandi finnast nógv prógv fyri. Søgan um frælsishetjuna, Sunnevu Sandø, er eitt av teimum.
Sunneva #57725 er ein vitnisburður um leiðina hjá Sunnevu Sandø inn í fangið á eirindaleysu Nazismuni undir ræðustýri Týsklands.

Leikárið

2013-14

Tóm rúm

“Tóm Rúm” er leikur um familjuna og rúmini í húsinum, um at missa og koma til sættis við missin og framtíðina.

Leikárið

2012-13 + 2013-14

Keisarans nýggju klæðir

Keisarans nýggju klæðir snýr seg um ein forfongiligan keisara, ið bara hugsar um klæðir og útsjónd. Hann gloymir púrasta at stýra landinum, og brúkar allar skattapengarnar upp á seg sjálvan.

Leikárið

2012-13

Myrkursins børn

Ein søga um kynsligan ágang; um ógvusligu avleiðingarnar av at vit ikki tora ella megna at siga frá, ikki tora at bróta tøgnina, men heldur royna at krógva og skava útyvir veruleikan.

Leikárið

2012-13

Sár á sál

Sár á Sál er ein beinrakin, poetisk og kensluborin lýsing av einari ólukkuligari støðu, sum vit ongantíð hugsa fer at raka nakran, men, sum tá ið tað hendir, vísir, hvussu sárbar vit øll eru.

Leikárið

2012-13

Tak teg saman

Tak teg saman! er ein samanseting av sjey lagnusøgum við støði í teimum sjey deyðssyndunum. Um sjey tannáringar, ið ikki fylgdu okkara ráðum: Steðgið øra heilavirkserminum; bindið frið í eini 6-7 ár, og lesi Ben Hur!

Leikárið

2012-13

Harlekin

Aldubáran og Tjóðpallur Føroya geva tykkum øllum ein gyltan møguleika, bæði smáum og stórum, at síggja tann litríka tónleika-sjónleikin um HARLEKIN.

Leikárið

2012-13

LeikREAD 2013

LeikREAD er ein readingfestivalureinhar ein hópur av sjónleikarum lesa og framføra brot úr norðurlendskum leikverkum

Leikárið

2011-12

Reinsan

Ein summarmorgun í 1992 finnur gamla estiska konan Aliide Tru eina unga og útlúgvaða kvinnu uttanfyri húsini hjá sær úti á bygd í Estlandi. Unga kvinnan Zara er blivin lumpað frá sínum heimi í Vladivostok til skøkjulevnað í Europa. Hon er endað í Tallinn saman við sínum alfonsi og er rýmd higani. Báðar kvinnur bera ræðuligar loynidómar og sum leikur fer verða hesi loyndarmál og sambandið kvinnurnar ímillum avdúkaði.

Leikárið

2011-12

Breaking the Waves

Unga gentan, Bess, verður forelskað í Jan, ið ikki er úr bygdini, og arbeiðir á einum boripalli. Hon velur at gifta seg við honum hóast mótstøðu frá familjuni og samkomuni, og tey uppliva tann stóra kærleikan saman. Men sorgarleikurin er ikki langt burturi.

Leikárið

2011-12

Føroyingasøga

Hendan sýningin hjá Tjóðpalli Føroya er ein heldur øðrvísi háttur at lýsa væl kendu hendingarnar úr Føroyingasøgu.
Ein sjónleikari og ein tónleikari eru á pallinum og framførslan tvinnar saman frásøgu og kvæði, skemt og álvara, sjónleik og tónleik.

Leikárið

2011-12

Snati

Ævintýrið um Snata snýr seg um drúgvu ferðina hjá einum drongi, sum fer út í stóru verð, har hann møtir nógvum truplum og vandamiklum avbjóðingum. Hann hittir fólk og verur av øllum handa slag, summar góðar, summar óndar. Drongurin fær arbeiði á sjálvari kongsborgini og stóri spurningurin er, um hann mann fara at vinna prinsessuna og hálva kongaríkið?

Leikárið

2010-11

Meðan vit bíða eftir Godot

Eitt kvøld við ein veg og eitt træ. Tveir menn sum bíða eftir Godot. Hvussu leingi hava teir bíðað og hvussu leingi ætla teir sær at bíða og hvørjum bíða teir eftir? Jú, Vladimir og Estragon vita tað væl: Teir bíða eftir Godot. Men hvør er Godot? Og var tað Godot hann æt? Og var tað her? Og var tað í kvøld? Vóru vit eisini her í gjár? Kom avstað. Tað kunnu vit ikki. Hví? Tí vit bíða eftir Godot. Tað passar. Hvat gera vit so?

Leikárið

2010-11

Kirsuberjagarðurin

Kirsuberjagarðurin er um góðsið hjá greivinnuni Ravénskaja. Hon hevur verðið í París í fimm ár, ímeðan hava beiggi hennara og adoptivdótturin havt ábyrgdina av góðsinum. Góðsið hevur skuld uppum skorsteinin orsakað av tí lívinum, sum greivinnan hevur ført. Ein vinur hjá familjuni keypir góðsið fyri at stykkja tað út til summarhús. Hetta er greivinnan hart ímóti, hon vil hava, at tann vakri Kirsuberjagarðurin skal standa so sum hann altíð hevur gjørt, men hon hevur einki boð, hvussu trupulleikarnir skulu loysast.

Leikárið

2009-10

Heimsins bestu jarðarferðir

Hetta er ein sera poetiskur leikur har vit øll, stór sum smá, kenna okkum aftur. Leikurin viðger deyðan á ein poetiskan og natúrligan hátt; deyðan, ið hugtekur og ræðir okkum øll, eisini børn. Hesin leikurin fæst óræddur við hetta evnið, ið vit viðhvørt aftra okkum við at viðgera saman við børnum.
Leikurin verður framførdur á Tjóðpalli Føroya frá 15. januar 2010. Síðani verður farið at ferðast kring landið.

Leikárið

2009-10

Danny Crowe Show

Danny Crowe Show – eitt av teimum stóru moralsku íkastunum til einogtjúgundu øld. Eitt reality-talkshow við seks milliónum hyggjarum, har tú kann gerast stjørnan, um bara lagnan hevur verið nóg hørð við teg.

Leikárið

2009-10

Aftaná undrið

Leikurin er um tólv ára gamla Dávid, sum hevur svull á heilanum, og skal royna at sættast við tað.

Leikárið

2008-09

Kvinnan í svørtum

Arthur Kipps fær ein sjónleikara at hjálpa sær, at siga eina søgu. Teir báðir fara undir at seta søguna á pall - men tess meira teir grava í teimum gomlu loyndarmálunum, tess meira tykist tað, sum um søgan um kvinnuna í svørtum ikki er liðug enn, og øll loyndarmál ikki eru loyst...

Leikárið

2008-09

Café Grugg 2008

Leikárið

2008-09

Í Geyma

Óvanliga livandi sangleikurin "Í Geyma" er fyri øll í aldrinum 4 til 104 ár og byggir hann á barnabókina við sama heiti eftir Dánial Hoydal

Leikárið

2008-09

Nordost

Vit hitta 3 kvinnur, ein teirra er Tjetjeni og sjálvmorðsbumbukvinna, ein er lækni og hetta kvøld er hon á náttarvakt og situr tí uttanfyri leikusið til reiðar at veita hjálp. Hin triða er farin at njóta ein musikal saman við manni og dóttrið, hesar siga okkum frá hendingin tíma fyri tíma soleiðis sum tær upplivdu tað.

Leikárið

2007-08

Café Grugg 2007

Leikárið

2007-08

Eg eri mín egna kona

Á pallinum ein mannligur sjónleikari
Hann er í svørtum kjóla og hevur eina hvíta perluketu
Hann sigur hann eitur Charlotta von Mahlsdorf
Hon hevur eina søgu at siga okkum

Leikárið

2007-08

Ferðsluálvurin Morreyða

Leikárið

2006-07

Søgan um ein soldát

Søgan um ein soldát snýr seg sum strembanina eftir ungdómi og eydnu. Um at pantseta sál sína fyri mammon

Leikárið

2006-07

Náttarherbergið

Her liva tey og her doyggja tey. Tey elska, snýta, bedraga, drekka og misnýta hvønn annan. Eitt náðileyst lív á botninum, har dagsins fløska er næsta máli. Dapurt, ja, men ikki minnst er hetta eisini ein søga um solidaritet og menniskjaligan hita.

Leikárið

2006-07

Í Óðamansgarði

Í Óðamansgarði er fyrsta føroyska operan ið er sett á pall í Føroyum. Operan byggir á stuttsøguna, Den gale mands have (1960), eftir William Heinesen

Leikárið

2006-07

Náttin áðrenn skógin

Leikurin “Náttin áðrenn skógin” snýr seg um fremmandagerðing, at ongastaðni føla seg heima. Persónurin í leikinum er ein navnleysur fremmandur. Hann er arbeiðsleysur í tí landi hann er fluttur til, har hansara einasti samleiki júst er “arbeiðari” – fremmandaarbeiðari.

Leikárið

2005/06

Ronja Ránsmansdóttir

Ronja veit ikki, at pápi hennara er ránsmaður - ella hvat ein ránsmaður er. Hóast foreldur hennara ávara hana ímóti tí vandamikla og ónda úti í heiminum, vil Ronja uppliva og gera sínar metingar av heiminum sjálv - og eisini vera við til at broyta tann heimin, hon livir í.

Leikárið

2005-06

Sellofan

Sellofan snýr seg um lívið hjá karrierukvinnuni, sum í sínum stressaða dagligdegi roynir at samtvinna egnar arbeiðsambisjónir, barnauppalingina og sexlívið. Men eftirsum tað er heldur trupult hjá henni at náa alt, so verður ymiskt (sum til dømis: reingerð og rudding) útsett til seinni, man skal jú sleppa at hugna sær frammanfyri sjónvarpinum onkuntíð!

Leikárið

2005-06

Limbo

Limbo er ein leikur um jagstran eftir upplivingum og flýggjan frá veruleikanum

Leikárið

2004-05

Momo

...ella løgna søgan um tíðartjóvarnar og barnið sum fekk menniskjunum ta stolnu tíðina aftur

bottom of page