top of page
bstorustovu

Kokkulárakóóó aftur.. Og mamma!

Morgunfríði er komin aftur úr summarfrí, og tí spælir Tjóðpallurin aftur leikin fyri øllum teimum, ið ikki náddu at síggja hann í vár – og øllum teimum ið ynskja at síggja hann umaftur (og umaftur) !

 

Nógv kenna bøkurnar Og mamma! og 1-1-2 Fuglafjørður eftir Elina á Rógvi. Fyrr í ár vórðu báðar bøkurnar um tann ikki heilt vanliga hanan, Morgunfríða, gjørdar til leik, og varð leikurin spældur fyri fullum húsum á Tjóðpallinum!

 

Nú hava vit aftur møguleikan at síggja leikin og mamma!

 

Leikurin, Og mamma!, snýr seg um tann heldur sjáldsama hanan, Morgunfríða, sum brádliga býr á grasplenuni hjá Torkili og Almu. Morgunfríði gongur í reyðum smekkubuksum og dugir at tosa - og so elvir hann til eina rúgvu av missskiljingum og tvørleikum.

Torkil og Alma eru góð við ommusynirnar, Paula og Viggo, men eftir at hava verið barnagenta í rættuliga nógvar dagar og nætur, er als ikki so galið við einum vikuskifti í Fuglafirði púra einsamøll... Men ikki gongur alt altíð sum ætlað - serliga tá man eigur ein hana sum Morgunfríða.


Og mamma! er ein skemtiligur leikur við eini rúgvu av missskiljingum, og mamma, og leikurin er viðmældur børnum úr trimum árum.

 

Sýningarnar verða á Tjóðpalli Føroya frá 18. august, og atgongumerki fáast her.



bottom of page