top of page

Almenn móttøka fyri Jenny C. Petersen

Writer: TjóðpallurinTjóðpallurin

Í sambandi við at Jenny C. Petersen, stjóri á Tjóðpalli Føroya, hevur seinasta starvsdag, verður almenn móttøka á Tjóðpalli Føroya fríggjadagin tann 28. mars klokkan 15.00.



Jenny C. Petersen hevur starvast sum stjóri á Tjóðpalli Føroya síðan Tjóðpallurin var stovnaður í 2005. Tá tað á sinni varð avgjørt at arbeiða fram ímóti at seta ein Tjóðpall á stovn í Føroyum, varð Jenny, eftir ynski frá Eyðuni Johannessen, ringd heim úr Noregi at verða við til at stíla fyri hesum.  Jenny hevur síðan tá staðið á odda fyri Tjóðpalli Føroya, og hevur hon verið við til at ríka okkara palllistarligu upplivingar og mentanararv við øllum teimum verkum, ið eru sett á pall á Tjóðpallinum seinastu mongu árini.


Umframt at hava staðið á odda fyri Tjóðpalli Føroya og allari tí palllist, ið vit hava fingið møguleikan at uppliva har, hevur Jenny saman við øðrum góðum fólki lagt stóra orku í arbeiðið fram ímóti einum nýggjum Tjóðleikhúsi í Føroyum. Tá snøklarnir á politiska økinum koma uppá pláss, liggur alt tað arbeiðið klárt at bera á mál.


Tjóðpallur Føroya og Leiklistaráðið takkar Jenny fyri øll hennara ár sum stjóri á Tjóðpallinum, og bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til móttøku við talum og tónleiki á Tjóðpalli Føroya fríggjadagin 28. mars klokkan 15.00.

Fá tey góðu tíðindini og tilboðini

Takk fyri skráseting!

Opið er:

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 16:00

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2022 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
bottom of page