Katrin Bonde
er fødd í 1975.
Katrin var millum fyrstu næmingarnar á tá nýggju teaturskraddaralinjuni á Semenariet for formgivning í Nykøbing Falster. Katrin var útbúgvin teaturskraddari í 2002, og í 2003 átók hon sær stóru uppgávuna at seyma búnarnar til stórleikin Per Gúnt, sum leikhúsið Gríma tá setti upp á Gamla Meiarínum.
Um útbúgvingina og yrki sum teaturskraddari, sigur Katrin:
- Tað sum er so hugtakandi við hesum yrkinum er, at tú kanst brúka hugflogið í víðastu merking. Úttrykkið í einum búna skal vera nógv størri enn á vanligum klæðum, samstundis sum tilfarið ofta bara er ein eftirlíkningur av silki, leðri og øðrum fínum tilfari. Ein búni kann til dømis síggja út sum ein millión frá áskoðaraplássunum, men er so bara er ein seymaður kloddi, tá tú kemur nærri.
Undir útbúgvingini lærir tú eisini, hvussu tú samansetir tingini praktiskt. Ein kjóli skal onkuntíð bæði kunna verða stuttur og langur, og ein vestur skal tíðum kunna vendast. Á einum palli gongur alt so skjótt fyri seg - leikararnir skulu kunna lata seg skjótt í og úr - so búnarnir skulu allir vera praktiskt gjørdir.
Síðan loknu útbúgvingina og Per Gúnt, og stovnanina av Tjóðpalli Føroya í 2004 hevur Katrin í stóran mun starvast á Meiarínum, og er avrikslistin yvir leikir, ið hon hevur sniðgivið og seymað búnar til, ikki stuttur (sí niðanfyri).