Karine Van Hercke
hevur eina listarliga útbúgving innan dans, klaver, samljóð og pall- og búnasniðgeving. Afturat tí hevur hon lokið masterútbúgving í listasøgu, tónleikafrøði, sjónleikavísindi og teknfrøði, umframt eina masterútbúgving í alis- og evnafrøði á lærda háskúlanum í Brússel.
Karine vann Royal Belgium Academy-virðislønina fyri hennara gransking í og ritgerð um “Mýtuna um Orfeus í operum”. Hon hevur stovnað nýggju útbúgvingardeildina og The Opera Studio á La Monnaie, og hevur verið dramaturgur á Operuni í Lyon, har hon stovnaði The New Opera Studio.
Karine hevur arbeitt við umleið 60 operaframleiðslum sum pallsniðgevi, búnasniðgevi og leikstjóri, og hon hevur samstarvað við flestu opera-studio í Evropu um at fáa í lag nýggjar verkætlanir og master class' í lag.
Karine er pall- og búnasniðgevi í sambandi við palltónlistaverkætlanina, Regin smið. Í hesi verkætlan, sum í flestu øðrum av hennara verkætlanum, arbeiður hon í tøttum samstarvi við leikstjóran, François de Carpentries, ið eisini leikstjórnar Regin Smið. Saman hava tey bæði millum annað skrivað og pallsett fimm upprunalig tónleikaleikverk, serliga ætlað ungum listafólkum, og eina røð av samvirknum sýningum til børn. Umframt tað hava tey skrivað og pallsett fyrstu operuna um Tintin, og mangt annað. Tey hava vunnið Teatur-Oscarin frá avísini Rheinische Post fýra ferðir.
Karine býr í Belgia og í Frankaríki.