Tak teg saman
Nýggjasta heilagranskingin vísir, at tannáringaheilar eru líka meiningsfullir sum slikkipinnar sum smakka av kukki. Heilin er stongdur vegna umvælingar! Hann verður bombarderaður við hormonum, og av tí, at heilin er í ferð við at búnast frá at vera barnaheili til at vera vaksnamannaheili, eru sentrini, ið stýra tørvi, umframt førleikin at døma um vanda, als ikki til at stóla uppá.
"Men vit hava loyvi til at vera tannáringar! Soleiðis hevur tað akkurát sum altíð verið!" - Nei, tað hevur tað faktiskt ikki. Fyrr í tíðini - ella í 1940'unum og áðrenn tað - var man barn og so bleiv man vaksin. Børnini lósu góðar, stimbrandi bøkur sum Ben Hur, og lurtaðu eftir góðskujazzi.
Erpni, frossarí, dølskni, grammleiki, vreiði, greði, øvund.
Um vit skulu vera heilt erlig, so er tað ikki ein einasta deyðssynd, tannáringar ikki eru sekir í. Og við at fremja eina deyðssynd fylgir ein revsing. Tak teg saman! er ein samanseting av sjey lagnusøgum við støði í teimum sjey deyðssyndunum. Um sjey tannáringar, ið ikki fylgdu okkara ráðum: Steðgið øra heilavirkserminum; bindið frið í eini 6-7 ár, og lesi Ben Hur!
Leikarar
HANDRIT
Heinrich Christensen (upprunaheiti: Opsang)
TÝÐING
Kjartan Hansen
Sofía Nolsøe
Hans Tórgarð
LEIKSTJÓRN
Maria Kjærgaard-Sunesen
LEIKARAR
Beinta Clothier
Kjartan Hansen
Bartal Augustinussen
TÓNLEIKUR
Jonas Munck Hansen
Nils P Munk
Rikke Bilde
Heinrich Christensen
FOTO OG PLAKAT
Petur Háberg
LJÓS, LJÓÐ, BÚNAR, PALLMYND, REKVISITTIR O.A.
Árni Baldvinsson
Theodor Kapnas
Mikkjal Arge Galán
Katrin Bonde
Sonja Design
Símun Pauli Hansen
Fríða Midjord
SANGVENJINGAR
Søren Pedersen
Myndir: Petur Háberg