Sonurin
Ein av okkara størstu samtíðarhøvundum í norðurlondum verður nú fyri fyrstu ferð settur á pall í Føroyum. Sonurin, eftir norska høvundin Jon Fosse, er ein dramatisk søga um alt tað, vit aldri siga hvør øðrum.
Í eini lítlari bygd sita pápin og mamman.
Tað er myrkt í bygdini.
Einki ljós er at síggja uttan ljósið úr teirra egnu húsum og húsunum hjá Grannanum.
Í dag er Grannin farin inn í býin – helst at drekka seg fullan.
Ungdómurin í bygdini flytur burtur - eins og Sonurin hjá Pápanum og Mammuni gjørdi.
Tey leingjast eftir, at Sonurin kemur at vitja.
Tey vita ikki hvar hann er, ella hvat hann ger.
Tey stúra eisini fyri, at hann kemur heim aftur.
Men ein sonur er ein sonur, og heim aftur kemur hann...
Søgan hjá Jon Fosse lýsir eitt lítið samfelag har færri og færri fólk búgva, har friður, einsemi og brostnir dreymar mynda landið – og slaturin. At leikstjórna hesi hugspennandi søgu hevur Tjóðpallurin fingið Kim Dambæk at koma upp til Føroya. Kim hevur áður leikstjórnað stórleikirnar: Reinsan og Elektra á Tjóðpallinum, og verður Sonurin ikki ein minni uppliving.
At sniðgeva búnarnar og pallmyndina, og skapa huglagið saman við leikstjóranum, kemur scenografurin, Anne Mette Bo Drivsholm at taka sær av. Ljóssniðgevi verður Turpin Napoleon Djurhuus. Marna Jacobsen hevur týtt leikin til Føroyskt.
Leikararir í Soninum verða Kristina Sundar Hansen, Hans Tórgarð, Hjálmar Dam og Elias Magnussen.
---
Jon Fosse er føddur í 1959 og hevur latið eitt rúgvumikið ritverk úr hondum sum er týtt til nógv mál. Fosse hevur eitt sera sermerkt mál; hann skrivar langar, smidligar og rútmiskar setningar, og endurtekur orð, setningar og hugsanir, soleiðis at hansara einføldu prosatekstir fáa ein sterkan tónlistarligan dám. Nógvar av skaldsøgunum hjá Fosse fara fram á norsku vesturstrondini og lýsa ofta nærleikan í lívinum hjá persónunum so sum havið, bygdina og familjuna. Sum leikritahøvundur fæst Fosse eisini við intim sambond, og skrivar hann ofta stuttar leikir til fáar leikarar.
Í 2015 fekk Jon Fosse bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum, og í 2023 fekk hann Nobelheiðursløn í bókmentum fyri sín nýskapandi dramatik og prosa.
---
LEIKURIN VARIR 1 TÍMA OG 15 MINUTTIR
LEIKRIT
Jon Fosse
TÝÐING
Marna Jacobsen
LEIKSTJÓRN
Kim Dambæk
PALLMYND OG BÚNASNIÐGEVI
Anne Mette Bo Drivsholm
LJÓSSNIÐGEVI
Turpin Napoleon Djurhuus
TÓNASMIÐIR
Benjamin Petersen
Knut Vaage
PALLSMÍÐ
Símun Pauli Hansen
Birgir Djurhuus
BÚNAR
Katrin Bonde
REKVISITTIR
Katrin Bonde
Barbara Hilduberg
HÁR OG SMYRSL
Julia Jacobsen
LJÓS OG LJÓÐ UNDIR SÝNING
Tórálvur G. Tórgarð
MYNDIR
Leit - Finnur Justinussen
VIDEO
Allan Dalsgarð
PRENT
Føroya Prent
TEATURFORLAG
Teaterforlag Colombine
Leikarar
Handan pallin
Myndir: Leit v. Finnur Justinussen / Tom A. Kolstad. Video: Allan Dalsgarð