Reinsan
Tjóðpallur Føroya er farin undir venjingar til ein stórleik, sum verður sýndur í heyst.
Talan er um finska leikin ”Reinsan” (Pudhistus) eftir Sofi Oksanen, sum var undangonga til kendu skaldsøgu hennara.
Sofi Oksanen vann Norðurlendska Bókmentaprísin í 2010 fyri skaldsøguna, sum á donskum eitur ”Renselse”. Nú verður søgan sýnd sum sjónleikur á Tjóðpallinum. Hans Tórgarð hevur týtt leikin til føroyskt.
Danin Kim Dambæk er leikstjóri og Oana Constantineanu, eisini úr Danmark, ger pallmyndina.
Við eru 6 leikarar, 3 kvinnur og 3 menn.
Søgan gongur fyri seg í tveimum tíðarskeiðum í Estlandi: í 1940'unum og -50’unum, tá Estland varð hersett av Stalin og estar í túsundatali vórðu tvangsfluttir til Sibiria, og í 1992, eitt ár eftir, at Estland varð sjálvstøðugt. Ein summarmorgun í 1992 finnur gamla estiska konan Aliide Tru eina unga og útlúgvaða kvinnu uttanfyri húsini hjá sær úti á bygd í Estlandi. Unga kvinnan Zara er blivin lumpað frá sínum heimi í Vladivostok til skøkjulevnað í Europa. Hon er endað í Tallinn saman við sínum alfonsi og er rýmd higani. Báðar kvinnur bera ræðuligar loynidómar og sum leikur fer verða hesi loyndarmál og sambandið kvinnurnar ímillum avdúkaði.
”Evnini í skaldsøguni, kærleiki, svik, vald og valdsloysi, eru tíðarleys. Við einum sjáldsama neyvum og rámandi máli lýsir Oksanen, hvat søgan ger við einstaka menniskja og søgunnar nærvera í nútíðini”, ljóðaði m.a. grundgevingin frá dómsnevndini, tá bókin varð heiðrað við norðurlendska bókmentaprísinum í 2010.
Søgan ”Pudhistus” varð upprunaliga skrivað sum sjónleikur, men út frá leikritinum vaks skaldsøgan, sum kom út í 2008 og gjørdist nummar eitt á bestseljaralistanum beinanvegin.
Framførslur í Stokkhólmi, Oslo, Reykjavík og í Havn.
Í hesum leikári verður ”Reinsan” uppsettur í fýra norðurlendskum høvuðsstøðum: Á National Teateren í Oslo, Stadsteatern í Stokkhólmi, Þjóðleikhúsinum í Reykjavík og á Tjóðpalli Føroya í Tórshavn. Fyrr í ár varð leikurin framførdur á La Mama Experimental Theatre í New York. Í Finlandi hava verið einar sjey uppsetingar av Reinsan síðani 2007, umframt í Estlandi.
So ikki kann sigast annað enn at føroyskir áskoðarar nú fáa ein stóran leik, eins og áskoðarar í øðrum europeiskum stórbýum. Nógvir føroyingar hava longu lisið skaldsøgunar hjá Oksanen ”Renselse” og ”Stalins Køer”, sum eru tær, sum eru týddar til danskt. ”Renselse” er sera nógv umbiðin sambært bókahandlum og bókasavninum. Og í november ber so til at fara oman í Tjóðpallin at síggja søguna sum sjónleik.
Ein thrillari, sum leikstjórin Kim Dambæk lýsir leikin at verða. Á einum minimalistiskum palli verður hetta putlispælið, sum Reinsan er, løgd ber fyri áskoðaran.
Blá bók
Sofi Oksanen er fødd í 1977 og uppvaksin í Jyväskylä í Finlandi við einum finskum pápa og estiskari mammu. Hon hevur síðani lisið dramaturgi í Helsinki.
Sofi Oksanen gav út sína fyrstu skaldsøgu Stalins køer í 2003 í Finlandi. Hendan bók tekur eisini útgangsstøði í Estlandi. Hon hevur síðani skrivað skaldsøguna Baby Jane (2005).
Renselse er fyrsta skaldsøga hjá Sofi Oksanen á donskum. Leikurin (Pudhistus) varð skrivaður áðrenn skaldsøguna. Bókin vann Norðurlendska Bókmentaprísin í 2010, umframt Europeiska Bókaprísin 2010 og mangar aðrar virðislønir og er skaldsøgan útgivin í 23 londum.
LEIKRIT
Kim Dambæk
tillaging av leikritinum hjá Sofi Oksanen
LEIKSTJÓRN
Kim Dambæk
PALLMYND OG BÚNAR
Oana Constantineanu
FILMSBROT
Oana Constantineanu
TÝÐING
Hans Tórgarð
LJÓSSNIÐGEVI
Árni Baldvinsson
LJÓÐMYND
Jón McBirnie
HÁR OG SMYRLS
Marjun Olsen
Ketty á Fríðriksmørk
PLAKAT
Oana Constantineanu
SEYMING
Katrin Bonde
PALLGERÐ
Símun Pauli Hansen
Mikkjal Arge Galán
Janus Brix Kamban
REKVISITTIR
Ingilín D. Strøm
Katrin Bonde
Mikkjal Arge Galán
LJÓS- OG LJÓÐFÓLK
Mikkjal Arge Galán
Símun Pauli Hansen
TESKARI
Katarina G. Nolsøe
HJÁLPARFÓLK
Ingilín D. Strøm
SKÚLAUPPGÁVA
Mikkjal N. Helmsdal
Í STARVSVENJING
Gunnvør Hoydal Brimnes
Elsubet Old
Teaterforlag: Nordiska ApS – København
Leikarar
Birita Mohr
Barbara Christophersen
Gunnvá Zachariasen
Hans Tórgarð
Bárður Persson
Hjálmar Dam
Myndir: Finnur Justinussen