Nordost
Leikurin Nordost eftir týska høvundinum Torsten Buchsteiner, er bygdur yvir hendingina tá 42 tjetjenar á Dubrovka-teatrið í Moskva. Tjetjenar steðga sýningini av musikalinum „Nordost“ og taka 850 áskoðarar sum gíslar. Teirra krav: Fullkomin afturtøka av tí russiska herinum úr Tjetjenina. Gíslatøkan varar í 57 tímar og kostar 170 fólk mannalív.
Høvundurin Torsten Buchsteiner sigur m.a.:
Eg sá fleiri video-samrøður um hertøkuna, har kvinnur søgdu frá sínum kenslum, tankum og rædslum við nógv meiri innlivan enn menninir. Tað rakti meg. So eg valdi at skriva leikin uttan nakran mannligan persón.
Í Týsklandi kallaði tey leikin ”politiskt teatur”, men tað sum eg fyrst og fremst hugsaði um var tann ræðuliga støðan, hesi fólkini vóru í, og um teirra persónligu upplivilsi. Tað var sjónleikarin í mær sum allatíðina spurdi: Hvussu hava tey havt tað, hvussu er tað at vera so nær við deyðan? Eg haldi, tað eru kenslurnar sum røra meg mest. Og tað polittiska veksur so uppúr tí.
Eg vildi vísa, at ein og hvør av okkum kundi havt verið í hesi støðuni. Ein og hvør, sum ongan áhuga hevur í politikki kundi havt verið til ein musical onkustaðni millum Berlin, Londin, Madrid og Athen. Og eg eri vísur í at ein og hvør stjórn hevði borið seg at á sama hátt.
Í løtuni er tað øgiliga sárt at spæla ”Nordost” í Russlandi. Leikurin er illa lýddur tí tann tjetjenska Svarta Einkjan verður lýst sum eitt menniskja eins væl og tann russiski gíslin. Um eg skrivaði ein leik um 9/11-álopið vid Mohammed Atta í høvuðsleiklutinum hevði einki leikhús í USA sett hann upp. Men, ”Nordost” er týddur, og hann verður lagdur fram sum upplestur í september 2008, men eg eri bangin fyri at tað verður leingi áðrenn ein rættilig framførsla verður í Russlandi.
Eg má viðganga, at sjálv hendingin rakti meg ikki so nógv í 2002. Eg eigi einki sjónvarp, og sá tað fyrst á eini blaðforsíðu. Og eg hevði heldur ikki roknað við at leikurin fór at fáa sovorðna framgongd. Eg helt, at eingin hevði áhuga í hasum. Sum Olga sigur í leikinum: Eg helt altíð, at tað var so langt burturi."
Vit hitta 3 kvinnur, ein teirra er Tjetjeni og sjálvmorðsbumbukvinna, ein er lækni og hetta kvøld er hon á náttarvakt og situr tí uttanfyri leikusið til reiðar at veita hjálp. Hin triða er farin at njóta ein musikal saman við manni og dóttrið, hesar siga okkum frá hendingin tíma fyri tíma soleiðis sum tær upplivdu tað.
LEIKRIT
Torsten Buchsteiner
TÝÐING
André Niclasen
LEIKSTJÓRN
Ria Tórgarð
BÚNAR
Katrin Bonde
LJÓSSNIÐGEVI, LJÓÐMYND OG PALLMYND
Árni Baldvinsson
PALLSMÍÐ
Símun Pauli Hansen
Leikarar
Birita Mohr
Gunnvá Zachariasen
Súsanna Tórgarð
Myndir: Martin Sirkovsky