top of page

Náttarherbergið

Maxim Gorkij varð borin í heim í Nishny í 1868, rætta navn hansara var Alexei Maximovich Peshkov, men fekk hann sær kunstaranavnið Gorkij, ið merkir hin „beiski“

8 ára gamal bleiv hann foreldraleysur, og vaks hann tí upp hjá ommu og abba sínum. Fátæksligt var, og hann gekk bert fáar mánaðar í skúla, men lærdi seg sjálvan at lesa og skriva.

Hann hevði nógv ymisk arbeiði, m.a. var hann á Volgadamparunum og her var ein kokkur í eggjaði honum til at lesa m.a. Gogol og Dumas. Eisini royndi hann seg við journalistikki, og førdi hetta hann víðari inn á leiðina sum rithøvundur.

Um 1900 var hann ein kendur maður og hevði samband bæði við Tjekhov og Tolstoj, ið nevndu hann ein ”fólksins mann”.

Eftir ein samanbrest við myndugleikarnar fór hann í 1906 fyrst til Ameriku og búleikaðist síðani eina tíð á Capri, haðani hann førdi politiska agitatión, til hann í 1913 fór aftur til Skt. Petursborg.

Hann doyði í 1936, áðrenn hetta hevði hann fingið ein hóp av heiðursprógvum,og m.a. bleiv føðibýur hansara uppkallaður eftir honum

Maxim Gorkij skrivaði í 1902 leikin Náttarherbergið. Hesin leikur er fyrr spældur í Føroyum av Havnar Sjónleikarafelag, tá æt hann ”Ì Sugguni”

Gorkij fjakkaði ein stóran part av síni ungdómi á teim russiku landavegunum og her hitti hann tey fólkini sum vóru ringast fyri samfelagsliga og mest kúgaði í hesum stóra ríki. Tað eru hesi menniskju hann skrivar um í høvuðsverki sínum ”Náttarherbergið. Leikurin bleiv fyrstu ferð framførdur í Moskva í 1902, leikstjórin var eingin annar enn Konstantin Stanislavskij og leikti Maxim Gorkij sjálvur Satin, ein av teim mongu íbúgvunum í kjallarherberginum hjá hjá Kostylev.

Umhvørvið í leikinum er tað vit kunnu nevna botnurin í samfelagnum, upprunaliga æt leikurin ”À botni”. Her hitta vit menniskju, ið eru so illa fyri, at tað tykist ikki at vera nøkur vón fyri tey at fáa eitt virðiligt lív. Tey standa ber (nakin) við sínum søgum og sínari fortíð, teirra poetiskum dreymum um eina betri framtíð enn hesa, ið er druk, tjóvarí og harðskapur

Her liva tey og her doyggja tey. Tey elska, snýta, bedraga, drekka og misnýta hvønn annan. Eitt náðileyst lív á botninum, har dagsins fløska er næsta máli. Dapurt, ja, men ikki minnst er hetta eisini ein søga um solidaritet og menniskjaligan hita.

Eitt, ið eyðkennir skaldskapin hjá Maxim Gorkji er at hann ongatíð dømdi nakran í skaldskapi sínum, men heldur greiddi frá umstøðunum fólk livdu undir og orsøkirnar til lagnur teirra, hann hevði ongatíð peikifingurin á loftið ímóti teimum.

Gorkji verður tann dag í dag mettur sum ein tann størsti proletarrithøvundin í heiminum

Persónarnir ið vit hitta í Náttarherberginum, liva sítt lív, hvør dagur er ein kampur fyri at yvirliva, og øll hava tey dreymin um eitt betri ella ørvísi lív.

Maxim Gorkij ”Ein skal virða menniskja! Ikki taka synd í tí og vanvirða tað við miskunn…..”

LEIKRIT
Maxim Gorkij

TÝÐING
Ria Tórgarð

LEIKSTJÓRN
Kristina S. Hansen

PALLMYND
David Geyti
Símun Pauli Hansen

BÚNAR
Katrin Bonde

SEYMING
Katrin Bonde
Helen Jacobsen

LJÓSSNIÐGEVI
Árni Baldvinsson

UPPTØKUR OG LJÓÐMYND
Jón McBirnie

TÓNLEIKUR
Kim Hansen (Harmonika, klaver, gittari, keyboard)
Jákup Lützen (violin)

HÁR OG SMYRSL
Marjun Olsen

DRAMATURGISK VIÐGERÐ
Ria Tórgarð
Kristina S. Hansen

PALLGERÐ
Símun Pauli Hansen
David Geyti
Hjálmar Dam
Reimar Nap. Djurhuus
Janus í Dímun

REKVISITTIR
David Geyti
Símun Pauli Hansen
Leikararnir

TESKARI
Katarina Nolsøe

VEGLEIÐING
André Niclassen

TÝTT SANGIRNAR
Alexandur Kristiansen
Georg L. Samuelsen

Leikarar

Birita Mohr
Barbara Christophersen
Súsanna Tórgarð
Bárður Persson
Hans Tórgarð
Hjálmar Dam
Ria Tórgarð

Barbara Christophersen

Súsanna Tórgarð

Hans Tórgarð

Birita Mohr

Ria Tórgarð

Bárður Persson

Hjálmar Dam

Handan leikin

Jákup Lützen

Búnar

Katrin Bonde

Marjun Olsen

Ljóðsniðgevi

Jón McBirnie

Kim Hansen

Leikstjóri

Ria Tórgarð

Leikstjóri

Katarina Nolsøe

Hevur starvast handan leiktjøldini í

Kristina Sundar Hansen

Ljóssniðgevi

Árni Baldvinsson

Myndir: Martin Sirkovsky

bottom of page