Myrkursins børn
Á einum niðurløgdum kirkjugarði royna fimm fólk at yvirliva í øllum myrkrinum -tey sum bara ikki orka veruleikan og samfelagsskipaninar. Hetta eru alt fólk sum kundu havt, ella hava havt, týdning í samfelagnum, men bara ikki funnu sítt rætta pláss. Tey vita nógv um sannleikan – men duga illa at handfara veruleikan.
Tá ein maður verður funnin deyður á kirkjugarðinum ein morgun koma ræðulig loyndarmál undan kavi.
Siðamisbrot, barnamisnýtsla og fylgjurnar av at alt verður tagt burtur eru høvuðsevni í nýggja leikinum. Ógvusligu avleiðingarnar av, at vit ikki tora ella megna at taka ábyrgd, men heldur royna at krógva og skava útyvir veruleikan, verða drignar fram í ljósið.
LEIKRIT
Súsanna Tórgarð
LEIKSTJÓRN
Súsanna Tórgarð
DRAMATURGISK VEGLEIÐING
Eyðun Johannessen
PALLMYND OG BÚNAR
Guðrún Øyahals
SEYMING
Anna Kristin Bæk
HÁR OG SMYRSL
Marjun Olsen
Janita Honnudóttir
LJÓSSNIÐGEVING
Árni Baldvinsson
LJÓÐMYND
Jón McBirnie
TÓNLEIKUR
Leivur Thomsen
PALLGERÐ OG REKVISITTIR
Mikkjal Arge Galán
Árni Baldvinsson
Hansina Iversen
Símun Pauli Hansen
Anna Kristin Bæk
Janus Brix Kamban
TESKARI
Katarina Nolsøe
Leikarar
Hans Tórgarð
Erling Eysturoy
Ria Tórgarð
Beinta Clothier
Hjálmar Dam
Myndir: Finnur Justinussen