top of page

Meðan vit bíða eftir Godot

Síðani fyrst í januar hava venjingarnar verði á Meiarínum og nú er klárt at fara á pall við leikinum.

Tey flestu hava hoyrt hugtakið “At bíða eftir Godot” nevnt, men tey eru ikki nógv sum hava sæð leikin, men nú er so møguleikin at síggja absurda meistaraverkið hjá Beckett.


Samuel Beckett (1906-1989) var íri og skrivaði skaldsøgur, sjónleikir og yrkingar bæði á enskum og fronskum. Hann var skýrdur bæði tann síðsti modernisturin og tann fyrsti post-modernisturin, men fyrst og fremst var hann róptur faðirin at tí Abdsurdu Leiklistini, og soleiðis ein av teimum høvundum, sum hevur havt mest ávirkan á skriviháttin í tjúgundu øld.


“Waiting for Godot” var skrivaður í 1949, fyrst á fronskum, síðani umaftur á enskum. Longu í 1962 varð leikurin settur upp á føroyskum palli fyrstu ferð, í Sjónleikarhúsinum í Havn. Georg L. Samuelsen týddi, og Olivur Næss, Kári Mouritsen og Óli Kurt Hansen høvdu leiklutirnar, saman við Eyðun Johannessen, sum bæði spældi og leikstjórnaði.

Tað er eisini hesuferð, 49 ár seinni, Eyðun Johannessen sum leikstjórnar. Afturat sær hevur hann eysturríkaran Manfred Blaimaur sum er scenograf, og tekur sær av pallmynd og búnadesign. Týtt leikin úr fronskum hava Jette og Gunnar Hoydal. Árni Baldvinsson stendur fyri ljósdesigninum, meðan Jón McBirnie ger ljóðmyndina. Leikarar eru Annfinnur Heinesen, Hans Tórgarð, Bárður Persson og Hjálmar Dam.


Í 1962 skapti leikurin nærmast gølu millum mentafólk í Havn; hetta var at “oyðileggja føroyskan sjónleik” varð millum annað sagt, og eisini var tað sera illa upptikið at ein leikari kastaði sær av vatninum upp móti baktjaldinum, og onkur enntá var so ljótur í munninum at hann segði “pínadoyð” fyri opnum tjaldi! Tíðirnar eru nakað broyttar síðan tá, og hóast leikurin ikki man fara at skapa nakra slíka øsing í 2011, so er kortini talan um eitt tíðarleyst meistaraverk. Eingin sjónleikur í 20. Øld á enskum máli hevur havt líka stórt árin á leiklistina um allan heim.

Eitt kvøld við ein veg og eitt træ. Tveir menn sum bíða eftir Godot. Hvussu leingi hava teir bíðað og hvussu leingi ætla teir sær at bíða og hvørjum bíða teir eftir? Jú, Vladimir og Estragon vita tað væl: Teir bíða eftir Godot. Men hvør er Godot? Og var tað Godot hann æt? Og var tað her? Og var tað í kvøld? Vóru vit eisini her í gjár? Kom avstað. Tað kunnu vit ikki. Hví? Tí vit bíða eftir Godot. Tað passar. Hvat gera vit so?

Eingin fær nakað svar, men spurningarnir teir seta sær sjálvum og hvørjum øðrum meðan teir bíða, hava í meira enn 60 ár fingið áskoðarar at sita límaðar í stólarnar – sjálvt um so at siga einki nakrantíð hendir.


Tulkingarnar av leikinum hava verið nógvar gjøgnum tíðina. Kanska er leikurin um religión, at bíða eftir Guði; ella kanska er hann ein politiskur leikur, um teir sum bara tosa og einki gera; ella er hann um tað endaleysu ringrásina, meiningsloysi við lívinum, at bíða eftir onkrum sum ongantíð hendir.

Hetta er ein minimalistiskur leikur, ein varði innan ta absurdu leiklistina og leiklistarligu søguna sum heild. Kortini er hetta ein leikur, ið vendir sær til ein breiðan málbólk: Til tey sum vanliga ganga til

sjónleik, tey sum kenna til hugtakið og tí eru forvitin, tey bókmentaliga áhugaðu, og ikki minst til tey ungu.

LEIKRIT
Samuel Beckett

TÝÐING
Jette Hoydal
Gunnar Hoydal

LEIKSTJÓRN
Eyðun Johannessen

PALLMYND OG BÚNAR
Manfred Blaimauer

PALLGERÐ
Símun Pauli Hansen
David Geyti
Mikkjal Arge Galán

LJÓSSNIÐGEVING
Árni Baldvinsson

LJÓÐMYND
Jón McBirnie

Leikarar

Hjálmar Dam
Hans Tórgarð
Annfinnur Heinsen
Bárður Persson
Eiri Holm

Bárður Persson

Annfinnur Heinesen

Hjálmar Dam

Hans Tórgarð

Handan leikin

David Geyti

Jette Hoydal

Mikkjal Arge Galán

Leikstjóri

Eyðun Johannessen

Ljóðsniðgevi

Jón McBirnie

Pallsmiðjur

Símun Pauli Hansen

Gunnar Hoydal

Manfred Blaimauer

Ljóssniðgevi

Árni Baldvinsson

Myndir: Høgni Heinesen

bottom of page