Kynstrið at vera eydnusamur
Kennir tú onkran sum er eitt sindur ó-eydnusamur? Ella kundi tú hugsað tær at verið eitt pinkalítið sindur meira lukkulig/ur? Ein kolasvørt sjálvhjálps-komedia, sum byggir á eina bók eftir týska heimsspekingin Arthur Shopenhauer, og gevur áskoðarunum 50 lívsreglur til eina toluliga tilveru …
Kenna tit tað?
Tá tú hevur lisið eitt ummæli hjá onkrum øðrum, áðrenn tú sjálvur hevur lisið eina bók ella hevur verið til ein sjónleik? Ella tá tú fert á listasavn og sært navnið á listafólkinum ella heitið á einum málningi, áðrenn tú hevur nátt at geva tær far um sjálvt listaverkið?
Veit ikki hvussu tit hava tað. Men mær dámar tað ikki. Tí frágreiðingar og for-fatanir hava ein órógvandi tendens til at lita mína egnu persónligu uppliving, av sjálvari listini.
Tí fáa tit heldur ikki, hvørki áðrenn ella aftaná sýning, nakra yvir-intellektuella útlegging av skriftunum hjá Arthuri Schopenhauer, sum livdi frá 1788-1860, og sum javnan verður umrøddur sum ”filosoffur pessimismunar”.
Okkara einfalda vón er, at tit bera ein part av áhugaverdu heimspekini hjá honum við tykkum heimaftur, tí tit kendu tykkum sjálvi, og tykkara tíð, aftur í tí tit upplivdu í kvøld.
Eftir okkara besta tykki er tað júst hetta, sum er tað besta við leikinum hjá Rune David Grue.
Væl gagnist
LEIKRIT
Rune David Grue
(eftir bókum hjá Arthur Schopenhauer)
TÝÐING OG TILLAGING
Annfinnur Heinesen
LEIKSTJÓRN
Annfinnur Heinesen
PALLMYND
Edward Fuglø
LJÓSSNIÐGEVI
Turpin Napoleon Djurhuus
TÓNLEIKUR
Kári Bæk
TÓNLEIKARAR TIL INNSPÆLING
Sámal Petersen
Angelika Hansen
Jón Festirstein
Tóri Restorff
FILMSBROT OG EFFEKTIR
Jónfinn Stenberg
SMYRLS OG HÁR
Laila Carlsen
Barbara Chaparro
PLAKAT OG LEIKSKRÁ
Savna
PALLGERÐ OG REKVISITTIR
Hjálmar Dam
Nicolaj Falck
David Geyti
Katrin Bonde
Fríða Midjord
Í STARVSVENJING
Anna Marita á Rógvi
Teaturforlag Nordiska Aps København
Leikarar
Gunnvá Zachariasen
Birita Adela Davidsen
Annfinnur Heinesen
DANSARI
Andrea Joensen
Myndir: Høgni Heinesen