KRÍM ABC
Eitt smittandi ævintýr um bardagan millum virus og verjuskipan.
Árini við Koronu hava verið heilt serlig. Og hóast vit nú hava sagt virusinum og koronu farvæl, er líkt til, at fleiri heimsfarsóttir kunnu koma í framtíðini.
- Men hvat er eitt virus, ið kann fáa allan heimin at berjast ímóti sær?
- Hvat er tað, ið veruliga hendir, tá eitt slíkt virus dansar inn í kroppin hjá okkum?
- Og hvat er sambandið millum Sørin, lyklasmiðin hjá kongi, og okkara verjuskipan?
Leikurin, KRÍM ABC, samansjóðar vísindi og ævintýr og er ein upplýsandi og undirhaldandi ferð inn í kroppin og heilt inn í kyknurnar. KRÍM ABC er eitt ævintýr um bardagan millum virus og verjuskipan - og eisini um Sørin og læsta skattkamarið hjá kongi.
Teir báðir serfrøðingarnir, Viralogos og Immunologos, ferðast runt landið við sínum fyrilestri um virus. Virus eru allastaðni og nøkur teirra kunnu gera okkum sjúk. Tá vit fáa krím - hosta, snora og hava fepur - hvør hjálpir okkum tá at gerast frísk aftur? Jú, tað ger okkara verjuskipan.
Men har er onkur, sum heldur, at fyrilesturin um virus gott kundi verið eitt sindur meiri spennandi og øðrvísi. Og brádliga sníkja Sørin smiður, kongur og tann vakra Hanna seg inn í fyrilesturin ...
Leikurin er ætlaður sum eitt íkast til samrøðu um kyknur og verjuskipan, virus og aðrar hóttarnir, ið kroppurin møtir hvønn dag.
HUGSKOT OG TEKSTUR
Kristina Sundar Hansen
Leikbólkurin hevur í felag skapt sýningina
PALLMYND
Hjálmar Dam og Nicolaj Falck
BÚNAR
Katrin Bonde
TEKNINGAR
Beinta Brynhildardóttir Egholm
DRAMATURGUR
Barbara Hentze í Stórustovu
Leikarar og dansarar
Vár Bech Árting
Sámal Hildibjartsson
Hjálmar Dam
Nicolaj Falck
Myndir: Ólavur Frederiksen