Grønlendski maðurin // Angutivik
Grønlendski Tjóðpallurin og Teater Freeze Produtions vitja við leikinum Angutivik // Grønlendski maðurin. Tað eru Norðurlandahúsið og Tjóðpallur Føroya ið hava fingið vitjanina í lag.
Grønlendski maðurin byggir á veruligar søgur hjá grønlendskum monnum, og er ein leikur til og um grønlendska mannin anno 2018; um hansara samleika og sjálvsfatan, og um sambandið við kvinnuna, seg sjálvan, sín kropp, sín seksualitet, sín aldur, sínar forfedrar og síni børn. Leikurin snýr seg har umframt um hansara avbjóðingar í mun til at vera maður og í mun til ein heim í broytingum. Leikurin fer afturum mytuna og fordómarnar, og ger upp við ta miðlaðu og stereotypu myndina, sum nógvir grønlendskir menn dragast við.
Í montasjum av tónleiki, dansi, kroppi og elektronikki lýsa fýra grønlendskir sjónleikarar tann grønlendska mannin. Leikurin verður framførdur á donskum og hevur júst verið á leikferð í Danmark, har hann hevur fingið sera góða móttøku.
KONSEPT
Hanne Trap Friis
Susanne Andreasen
HANDRIT
Niviaq Korneliussen
LEIKSTJÓRN
Hanne Trap Friis
LEIKARAR
Klaus Geisler
Kristian Mølgaard
Miki Jacobsen
Hans-Henrik Poulsen
PALLMYND
Camilla Nielsen
LJÓÐSNIÐGEVI
Gerth Lyberth
LJÓSSNIÐGEVI
Morten Ladefoged
RÁÐGEVI
Kuupik Kleist
Myndir ©The National Theater of Greenland / Gerth Lyberth