Føroyingasøga
Føroyingasøgu eiga vit øll. Summi hava hoyrt hana á dansigólvinum í kvæðunum, onnur hava lisið hana í bókum, og uppaftur onnur hava kanska átt eina ommu ella havt ein lærara, sum dugdi so ómetaliga væl at gera hendingarnar í Føroyingasøgu livandi.
Er søgan góð og væl fortald, so lurta vit.
Hendan sýningin hjá Tjóðpalli Føroya er ein heldur øðrvísi háttur at lýsa væl kendu hendingarnar úr Føroyingasøgu.
Ein sjónleikari og ein tónleikari eru á pallinum og framførslan tvinnar saman frásøgu og kvæði, skemt og álvara, sjónleik og tónleik.
Søgan sjálv er ógvuslig, morð og dráp, tráanin eftir valdi og ríkidømi, ræðuligar hevndaratsóknir, bardagi og kríggj. Orsøkirnar og fylgjurnar av kríggi eru tær somu í dag sum fyri 1000 árum síðani.
Í hesi sýning verða hendingarnar eisini lýstar á ein skemtiligan hátt, og vit hitta allar tær kendu hetjurnar; mætar víkingahøvdingar, norskar kongar og jallar, húskallar og vølvur, og øll hava tey síni sereyðkenni og løgnu frábrigdi, sum gera, at søgan gerst meira livandi og eitt sindur meira viðkomandi fyri okkum sum liva í dag.
Vit fáa at vita, hví allir føroyingar duga so ómetaliga væl at syngja og vinna allar danskar sangkappingar, hví Eldjarn Kambhøtt hevði hæddarskrekk og "hukommilsistap", hvussu illa Havgrímur í Hovi dugdi at rokna, hvaðani Tolkien fekk hugskotið til at skriva "Ringanna Harri", og mangt annað, sum søgufrøðingar ikki hava givið sær far um áður.
LEIKSTJÓRI
Súsanna Tórgarð
Á pallinum
SJÓNLEIKARI
Ria Tórgarð
TÓNLEIKARI
Edvard Nyholm Debes