Føðingardagsveitslan
Nú fáa føroyingar drama av ovastu hill, tá ið heimsgitni nobelvirðislønti enski leikritahøvundurin Harold Pinter fyri fyrstu ferð verður framførdur á føroyskum. Talan er um Føðingardagsveitsluna, ið er ein av hansara best umtóku leikum.
Í Føðingardagsveitsluni hevur trøllvaksni maðurin, Stanley, føðingardag - ella rættari; Meg sigur, at hann hevur føðingardag. Meg og maður hennara, Petey, reka tað lítla, forfalna gistingarhúsið, har Stanley býr. Men Stanley er ikki heilt samdur í, at hann hevur føðingardag, og hevur í øllum førum ikki hug at gera nakað stórvegis burtur úr tí. Kortini verður veitsla, tá ið teir báðir gátuføru gestirnir Goldberg og Maccann eru komnir á gátt, men sum frá líður gerst føðingardagurin ikki sørt marrukendur, og ein dagur, ið Stanley seint fer at gloyma, antin hann hevði føðingardag ella ikki.
Leikurin tekur tøk við stór evni sum valdsnýtslu og ideologiska forfylging av einstaklinginum. Eisini fylla tættir sum persónlig fortíð og samleiki nógv í leikinum. Við sínum sniðfundigu dialogum megnar Pinter at skapa spenning, hóast leikgongdin er einføld, og hóast tað er heldur ógreitt, hvat persónarnir í roynd og veru vilja, og hvønn veg alt ber.
Leikstjóri er íslendski Gio (Guðjón Pedersen), sum við hepnari hond longu hevur leikstjórnað fleiri leikir á Tjóðpallinum, millum aðrar Breaking the Waves, Portrettið og seinast skemtileikin Moldvørpuna. Tey, sum leika eru Hjálmar Dam, Páll Danielsen, Erling Eysturoy, Kristina Sundar Hansen, Esther á Fjallinum og Hans Tórgarð, sum eisini hevur týtt leikin til føroyskt.
Føðingardagsveitslan varð frumsýndur í Cambridge í 1958 og hevur síðani verið leiktur óteljandi ferðir á leikhúsum kring heimin. Helst kann sigast, at sum heimurin sær út í dag við ivasamari miðlan av sannroyndum og beinleiðis falstíðindum, er leikurin so viðkomandi sum nakrantíð.
Um Harold Pinter
Harold Pinter varð føddur í London í 1930 og fór sum ungur á sjónleikarskúla og arbeiddi síðani innan leiklistina í Onglandi og Írlandi. Í síni skriving fekk hann serstakliga íblástur frá Samuel Beckett, men skjótt varð greitt, at Pinter gekk sínar egnu leiðir. Samanbornir við leikirnar hjá Beckett, eru teir hjá Pinter meira naturalistiskir, og hann ritaði sítt navn inn í bæði sjónleikar- og bókmentasøguna seint í fimti- og byrjanini av sekstiárunum við leikum so sum The Dumb Waiter, The Caretakerog The Homecoming. Í hesum verkum er tað ófrættakenda og tað skemtiliga vovið saman við stórum nærlagni, og sæst hetta aftur í tí felagsheiti leikirnir fingu frá ummælarum: ”Comedy of Menace” – skemtileikur við einum undirstreymi av hóttanum og viðhvørt eisini kropsligum harðskapi. Men tað er lítið at taka seg aftur í, at tað, sum hevur serligan áhuga hjá Pinter, eru hansara persónar – ikki minst teir skeivu eksistensirnir – og viðurskiftini teirra millum.
Harold Pinter fekk í 2005 Nobelvirðislønina í bókmentum, sum legðist afturat teimum mongu virðislønunum, ið hann áður hevði fingið. Eftir aldarskiftið gjørdist hann støðugt meira politiskt virkin. Harold Pinter doyði í 2008.
LEIKRIT
Harold Pinter
TÝÐING
Hans Tórgarð
LEIKSTJÓRN
Guðjón Pedersen
PALLMYND
Barbara Hilduberg
LJÓSSNIÐGEVING
Ólafur Ágúst Stefánsson
LJÓÐMYND
Jákup S. Thøgersen
PALLGERÐ
Andri Korsgaard, Allan Hansen og Timburkor
BÚNAR
Katrin Bonde
Teaturforlag: Nordiska ApS - www.nordiska.dk
Leikarar
Myndir: Allan Dalsgarð