Danny Crowe Show
Hvat gert tú ikki fyri at koma í sjónvarpið?
Intrigir, stjørnudreymar, lygnir, svik og morð í “The Danny Crowe Show” á Tjóðpalli Føroya.
Danny Crowe Show – eitt av teimum stóru moralsku íkastunum til einogtjúgundu øld. Eitt reality-talkshow við seks milliónum hyggjarum, har tú kann gerast stjørnan, um bara lagnan hevur verið nóg hørð við teg.
Til Danny Crowe koma øll tey neyðstøddu og fátæku, tey sum eru ov feit, tey sum eru misbrúkt, enntá tey sum eru um at doyggja av krabbameini koma til Danny fyri at fáa linna og hjálp, og sleppa á skíggjan. Eingin pína er ov ræðulig til Danny Crowe, eingin neyð er ov stór. Jú verri, tess betri. Og øll sum hava viljan at sýna fram sína myrkastu siður, tey hava møguleikan at blíva stjørnur!
Magda er ein av teimum sum arbeiðir við at finna akkurát tær røttu lagnurnar til Danny. Í fýra mánaðir hevur hon verið runt í arbeiðarabýunum í norðuronglandi og leita eftir tí ordiligu pínuni, tí ektaðu neyðini. Og tá hon møtir tí unga Peter og systir hansara Tiffany hevur hon funnið ársins show! Mamman tók lívið av sær, og pápin hevur pínt og plágað børnini alt teirra lív. Tey liva sum villdjór, hava hvørki telefon, útvarp ella sjónvarp og – tað besta av øllum – tey eru nokk tey einastu í landinum sum aldrin hava hoyrt um Danny Crowe! Stutt sagt: Ein livandi gysarafilmur inni í eini dagligstovu av eini tragediu – akkurát nakað fyri Danny!
Og so ein dagin kemur Peter og fortelur, at hann hevur stungið pápa sín við einum breyðknívi, at hann liggur deyður heima á køksgólvinum, og nú vil Peter sleppa í sjónvarpið at fortelja sína søgu fyri allari verðini.
Men tá Miles, sjeikurin hjá Magdu og produsari á Danny Crowe Show, knappliga kemur og vil hava sín part av køkuni, fáa bæði Magda og hennara píndu tannáringar nakað at hugsa um. Og tá tað so vísir seg at líkið á køksgólvinum er horvið gongur alt galið. Og so byrjar Lynette, gentan við silikone i øðrum bróstinum, at troka seg framat...
Alt endar sjálvandi í einum hurlivasa í skemtileikinum eftir enska høvundan David Farr, sum verður frumsýndur á Tjóðpallinum mikudagin 24. Mars. Er pápin deyður ella ikki? Verður tað liðugt millum Miles og Magdu? Hvat er galið við teimum feitu tvillingunum? Sleppur gentan við dupultum liðbondum við í Danny Crowe Show? Hvat hendi á starvsfólkadegnum í krematoriinum? Og hvør hundan er Roger???
Kærleiki og lygnir, forelskilsi og svik, stjørnudreymar og morð eru á breddanum í hesi svørtu satiruni um tann modernaða sjónvarpsheimin, har ein og hvør kann blíva stjørna bara viljin, hugurin og disiplinin eru til staðar.
LEIKRIT
David Farr
LEIKSTJÓRN
Mikkel Harder Munck-Hansen
PALLMYND
Mikkel Harder Munck-Hansen
LJÓSSNIÐGEVI
Árni Baldvinsson
LJÓÐMYND
Alexander Gaard
PALLSMÍÐ
Símun Pauli Hansen
David Geyti
BÚNAR
Katrin Bonde
SMYRSL
Drós Djurhuus
Marjun Olsen
Leikarar
Beinta Clothier
Kristina O. Sørensen
Ria Tórgarð
Bárður Persson
Hjálmar Dam
Hans Tórgarð
Myndir: Martin Sirkovsky