Ómegd
Ómegd er nýskrivaður leikur eftir Kristinu Sundar Hansen. Leikurin snýr seg um trý fólk, tvær kvinnur og ein mann, ið hvør í sær siga sína søgu um teirra lív í parløgum, har samljóð ikki er ímillum partarnar um at geva seg yvir til, ella hava virðing fyri hvørjum øðrum. Frásagnirnar í leikinum byggja allar á veruligar hendingar, og siga tær frá, hvat hendir, tá ið eitt parlag fer av kós, og harðskapurin tekur yvirhond.
Hann er fullur og pínligur. Hann kemur dansandi ímóti mær við eini sigarett í hondini. Eg standi og tosi við nakrar vinkonur og menn teirra. Hann brennur sigarettina í armin á mær, og sigur: "Hetta fært tú afturfyri, at tú ikki uppførir teg ordiliga ímóti mær". Tey siga tað øll. Eg veit ikki, um eg skal gráta av pínu ella skomm.
-Úr leikinum, Ómegd
Harðskapur í parlagnum verður ofta lýstur sum menn, ið buka konu sína. Hetta er eitt eyðkenni við harðskapsraktum parløgum, men harðskapur hevur fleiri eyðkenni; eitt nú tann ósjónligi, sálarligi harðskapurin, ið kvinnur eins væl og menn kunnu verða fyri. Niðrandi viðmerkingar og atfinningar, hóttanir, tá ið tað verður rópt eftir tær, og tá tú verður stýrd/ur ella avbyrgd/ur frá øðrum. Veruligu frásagnirnar í leikinum siga frá, hvussu trupul, serliga tann sálarligi harðskapurin, er at liva í, júst tí hann er so orðaleysur, óítøkiligur og ósjónligur.
"Um tú vart ein kona og hon ein maður, hevði tað ikki verið nakað ivamál um, hvat hetta er fyri nakað", sigur hjúnabandsráðgevin við meg. Alt í einum gongur tað upp fyri mær, og eg skilji hvat hetta er fyri eitt parlag. Hví skuldi tað verið øðrvísi, bara tí at eg eri ein maður?
-Úr leikinum, Ómegd
Leikurin, Ómegd, er ein remediering: ein endurnýtsla av innihaldi úr einum miðli, í einum øðrum miðli. Tvær av søgunum í hesum leikinum byggja á frásagnir frá tveimum kvinnum í Kvinnuhúsinum. Í 2013 gav Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, út bókina “Um bara hann sló meg” – fimm frásagnir í Kvinnuhúsinum, og tað eru tvær av hesum frásagnunum, ið nú eru settar á pall. Søgan, ið maðurin í leikinum sigur frá, byggir á eina grein í íslendska miðlinum Stundin, útgivin í desember 2015.
Eg taki meg sjálvan í at ganga sum eitt óttafult, hótt djór. Varliga, fyri ikki at verða fangaður av eini uppøstari ódn, ið gøðist og blívur stór og kraftmikil, bert av einum lítlum mistaki.
-Úr leikinum, Ómegd
LEIKRIT
Kristina Sundar Hansen
eftir bók hjá Súsonnu Skaale og grein í íslendska miðlinum Stundin
LEIKSTJÓRN
Kristina Sundar Hansen
HJÁLPARLEIKSTJÓRI
Durita Sumberg Poulsen, í starvsvenjing
LJÓSSNIÐGEVI
Turpin Napoleon Djurhuus
HJÁLPARLJÓSSNIÐGEVI
Bogi Eyðunsson Hansen
LJÓÐMYND
Jón McBirnie
TÓNLEIKUR
Kim Hansen
FILMSBROT
Bjørg Mohr Andersen
DRAMATURGUR
Barbara Hentze í Stórustovu
PALLMYND OG BÚNAR
Hansina Iversen
SEYMING
Katrin Bonde
HÁR OG SMYRLS
Marjun Olsen
PLAKAT
Hansina Iversen
PALLGERÐ
Símun Pauli Hansen
Birgir Djurhuus
Kjartan Atlason Jensen
Hergeir Carlson
SPECIAL EFFECTS
Brandur Patursson
TESKARI
Katarina G. Nolsøe
SKÚLAHEFTI
Barbara Hentze í Stórustovu og Durita Sumberg Poulsen
Í STARVSVENJING
Brita Akraberg Durhuus
Leikarar
Kristina Ougaard Sørensen
Hans Tórgarð
Gunnvá Zachariasen
Handan leikin
Myndir: Høgni Heinesen