Í Geyma
Øll hava vit hoyr um kúll og gellu, svansibobb, lellin, fantilsi, skræðugák, hin rádna, roksimalunu, klikkheys, kánus, hermus o.s.fr.. Vit hava helst eisini onkuntíð tikið til sovorðið, men tað munnu vera tey fæstu, sum vistu, at hesi løgnu nøvnini koma ikki av ongum… Hesir skapningarnir hava í veruleikanum livað í tí løgna landinum Geyma.
Her verður onki avdúkað; hvussu skilið er í Geyma, tá ið Tíðindafróði kemur við fullari slatritasku av tíðindum, sum verða framborin á torginum, meðan Roksimalena, Grenjisurran, Hermus, Klikkheys og øll hini royna at fáa sum frægast burturúr - ella tá ið Kúllur og Gella spæla hund - ella tey gera rótasúpan - ella skipa fyri kapprenning til Stroks og aftur...
Rithøvundurin Dánial Hoydal hevur umskrivað væl umtóktu barnabókina hjá sær til ein leik, ið er fyri øll í aldursbólkinum 4 til 104. Tjóðpallur Føroya fekk hugskotið at gera barnabókina um til leik stutt eftir, at hon kom út í 2002.
Saman við kenda íslendska leikstjóranum Ágústu Skúladóttir fekk Dánial Hoydal hugskotið at gera tað til ein leik við nógvum sangum , tí orðaspælið í bókini leggur upp til tónleik.
Leikurin er fyrsta framførsla í nýggju Athøllini hjá Norðurlandahúsinum.
HANDRIT
Dánial Hoydal (eftir barnabók síni við sama heiti)
LEIKSTJÓRN
Ágústa Skúladóttir
PALLSNIÐGEVI
Guðrun Øyahals
BÚNASNIÐGEVI
Katrin Þórvaldsdóttir
LJÓSSNIÐGEVI
Árni Baldvinsson
LJÓSFÓLK
Símun Pauli Hansen
GRÍMUR
Marjun Olsen
TÓNLEIKUR
Kim Hansen
BÚNASEYMING
Katrin Þorvaldsdóttir
Katrin Bonde
Jacobina Djurhuus
Gisleyg Bonde
PALLGERÐ
Símun Pauli Hansen
David Geyti
Janus Kamban
Guðrún Øyahals
Nemus Nap. Djurhuus
REKVISITTIR
Guðrún Øyahals
FOTO
Martin Sirkowsky
LEIKSKRÁ OG PLAKATUPPSETAN
Niels Arge Galán
Á pallinum
SJÓNLEIKARAR
Hans Tórgarð
Birita Mohr
Ria Tórgarð
Gunnvá Zachariassen
Petur Meinhard Ellebye Andersen
Rakul Thomsen
Gutti Winther
Barbara Christophersen
TÓNLEIKARAR
Kim Hansen
Magnus Johannesen
Brandur Jacobsen
Myndir: Martin Sirkowsky