top of page

Í Óðamansgarði

Í Óðamansgarði er fyrsta føroyska operan ið er sett á pall í Føroyum. Operan byggir á stuttsøguna, Den gale mands have (1960) eftir William Heinesen. Søgan snýr seg um tvey ung, sum í tí kollveltandi búningartíðini, sum tannárini eru, skulu fóta sær og læra seg sjálvan at kenna. Tað ljóðar sum ein søga, vit hava hoyrt 100 ferðir fyrr, men í hesi søguni er eisini ein óðamaður...


Hvør er so hesin svaki maðurin, sum býr inni í óvanliga aldingarðinum? Er hann veruliga svakur? Hví er hann blivin svakur? Hevur hann dripið konu sína, ella er tað bara nakað, tey ungu finna uppá?

Er óðamaðurin í operuni veruligur? Ella er hann bara til í innara óðamansgarðinum í hugaheiminum á unga parinum? Tað er alt upp til hvønn einstakan at tulka


Í arbeiðinum at broyta stuttsøguna til eina librettu - eitt operahandrit - er søgan broytt. Sumt er skorið burtur, og annað lagt avtrat við tí fyri eyga, at tað skal framførast á palli; skrivaði teksturin er blivin til replikkir, yrkingar, tónleik, dans, sang, pallmynd, ljóð og ljós. 


Í Óðamansgarði er ikki ein siðbundin opera. Leikluturin hjá Jordansoni - ella Óðamanninum - er siðbundin operaleiklutur (tað vil siga, at hann syngur sín leiklut), meðan hinir leiklutirnir eru alt annað enn siðbundnir. Í hesum verkinum verða monologar og dialogar frambornir og spældir av sjónleikarum, meðan sopranur, tenorur og dansarar mynda ljóðmyndina av sál, sinni, innari røddum og kenslum, ið ikki kunnu lýsast við orðum ella kropsmáli. (Í siðbundnari operu nevnist lýsing av kenslum og sinnisstøðum annars 'ariur'). 


Operan Í Óðamansgarði er ognað minninum um Sólju og allar ungdómar, ið ikki fingu lut í lívsins margfeldi.



TÓNLISTAVERK
Sunleif Rasmussen

HANDRIT
Dánial Hoydal (eftir stuttsøgu eftir William Heinesen)

LEIKSTJÓRN
Ria Tórgarð

DRAMATURGUR
Eyðun Johannessen

PALLMYND OG BÚNAR
Elisa Heinesen

DIRIGENTUR
Bernhardur Wilkinson

KOREOGRAFAR
Kajsa Wadhia
Jamie Boylan

LJÓSSNIÐGEVI
Lárus Bjørnsson

BÚNASEYMING
Katrin Bonde

Á pallinum

Bjørn Blomqvist, bassur (Óðamaðurin)
Eyjólfur Eyjólfsson, tenorur
Rebecca Persson, sopranur
Hans Tórgarð, sjónleikari (Marserlius)
Gunnvá Zachariassen, sjónleikari (Stella Kristina)
Kajsa Wadhia, dansari
Jamie Boylan, dansari

TÓNLEIKARAR
Rúni Bæk (1. violin)
Sámal Petersen (2. violin)
Jens Balslev (bratsj)
Jesper Egelund (kontrabass)
Andrea Heindriksdóttir (floyta)
Anna E. Klett (klarinett)
Anna Maria Lange (obo)
Christina Andersen (fagott)
Páll Sólstein (horn)
Jóhan Hentze (trompet)
Andras Olsen (trombon)
Ólavur Jacobsen (gittar)
Jóhannes Andreasen (tangentar)
Matias Seibæk (slagverk)

Jamie Boylan

Eyjólfur Eyjólfsson

Hans Tórgarð

Kajsa Wadhia

Bjørn Blomqvist

Rebecca Persson

Gunnvá Zachariasen

Handan pallin

Dirigentur

Bernhardur Wilkinson

Elisa Heinesen

Búnar

Katrin Bonde

Leikstjóri

Ria Tórgarð

David Geyti

Leikstjóri

Eyðun Johannessen

Ljóssniðgevi

Lárus Bjørnsson

Tónasmiður

Sunleif Rasmussen

Høvundur

Dánial Hoydal

Gardar Hall

Marjun Olsen

Pallsmiðjur

Símun Pauli Hansen

Myndir: Martin Sirkowsky

bottom of page